Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya fyri øll fiskasløg samanlagt var fríggjadagin 13,69 krónur fyri kilo. Fríggjamorgunin seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 60 tons av fiski fyri tilsamans 820.000 krónur.
Størstu einstøku nøgdirnar á marknaðinum vóru toskur og hvítingur, ávikavist 27 tons av toski og 15 tons av hvítingi.
Prísurin fyri tosk 4, sum mest var av, var 12,19 krónur fyri kilo - og prísurin fyri hvíting var góðar 11 krónur fyri kilo.
Eini seks tons vóru eisini av hýsu, harav góð trý tons vóru av hýsu 2, sum fekk góða miðalprísin 17,68 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var fríggjadagin 13,69 krónur fyri kilo.