Toskastovnurin minni enn nakrantíð

- Tað er møguligt, at vit tykjast nakað svartskygdir, men tað er ein sannroynd, at toskastovnurin ongantíð hevur verið minni enn nú, heilt frá tí vit byrjaðu at meta um stovnin í 1960, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni

STOVNSRØKT

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo

Jan Müller

jan@sosialurin.fo


- Alt tað, vit vita, hevur toskastovnurin ikki verið verri fyri tey seinastu hundrað árini, enn nú.

So bersøgin er Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni. Hann fer enntá so langt sum at siga, at hann ikki veit, um stovnurin yvirhøvur er førur fyri at endurnýggja seg.

- Tí er neyðugt at taka støðuna í fullum álvara, og tí er tilmælið frá okkum soleiðis sum tað er, sigur Hjalti í Jákupsstovu við Rás2.

Og hetta er enntá ikki so harligt eitt tilmæli, sum tað, ICES kemur við, vísir stjórin á Fiskirannsóknarstovuni á.

Talan er kortini ikki um eindømi um harðlig tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni.

- Vit høvdu nøkur líknandi tilmælir miðskeiðis í 90-unum, og tá mælti ICES eisini til at steðga øllum fiskiskapi eftir toski, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Hann heldur, at tað verður trupult heilt at steðga øllum fiskiskapi eftir toski, og tað fer undir øllum umstøðum at koma nakað av hjáveiðu upp á land, tá roynt verður eftir øðrum fiskasløgum. Og búskaparliga fer tað eisini at merkjast.

- Men hava vit ongan tosk í framtíðini, er betur at binda um heilan fingur og steðga við toskaveiðini, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Flestu minnast, hvussu bankatoskurin knappliga hvarv undir New Foundlandi, og tað er ein støða, sum vit eiga at halda okkum langt frá, heldur Hjalti í Jákupsstovu.

- Tað, sum hendur í vistskipanini, tá vit troyta toskin so hart, sum vit hava gjørt, tað vita vit ikki. Tað er vónleyst at spáa um, sigur Hjalti í Jákupsstovu.


Politikarar mugu reagera

Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at kanadiumenn fingu krabbar og rækjur í staðin, og teir forvinna líka nógv upp á tað.

- Men alt samfelagið mátti leggja um, og øll fiskifør broytast, og tað var ein rættiliga buldraslig prosess. Sjálvt um tað ikki hevur verið loyvt at fiska tosk síðani 1992, er stovnurin enn ikki komin fyri seg, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Hann sigur víðari, at tað eru politikararnir, sum mugu taka sær av tilmælinum.

- Tað eru teir, sum vara av felagsognini, og tað eru teir, sum kunnu staðga fiskiskapinum, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Løgtingið er sum kunnugt í summarfrí og kemur ikki saman aftur fyrr enn á Ólavsøku. Men tað er eingin trupulleiki.

- Okkara tilmæli er ætlað politikarunum at taka støðu til, tá teir koma saman á Ólavsøku. Tilmælið er fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni vónar sostatt, at politikararnir nýta tíðina til Ólavsøku at hugsa um støðuna, sum toskastovnurin er komin í.

Lesið annars um sjálvt tilmælið hjá Fiskirannsóknarstovuni á síðunum 26 og 27 í blaðnum í dag.




Støðan hjá toskastovninum hevur ongantíð verið verri tað menn vita um, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni