Mentamálaráðið og Tórshavnar Býráð, eru nú í samráðinum um eitt gerðabýti, har tveir kendir bygningar eru í miðdeplinum.
Í hesum sambandi skal Mentamálaráðið sleppa av við ein bygning, tey ikki hava brúk fyri, men afturfyri fær Mentamálaráðið so ein annan bygning, sum tey harðliga hava brúk fyri. Hinvegin fær Tórshavnar Kommuna ein bygning, sum tey fegin vilja hava, og tey sleppa av við ein bygning, tey ikki longur hava brúk fyri.
Mentamálaráðið hevur arbeitt við at gera ein veruligan lestrarbý rundan um Fróðskaparsetrið og í tí sambandi vilja tey hava bygningarnar á Frælsinum, har venjingarskúlin var fyrr, upp í hendan lestrarbýin.
Men støðan er tann, at Tórshavnar Kommuna eigur 40 prosent av skúlabygningunum á Frælsunum og tað er hendan partin av skúlabygninginum, sum Mentamálaráðið, eftir ætlan, skal yvirtaka frá býráðnum. Hinvegin eigur Mentamálaráðið ein skúlabygning í Hoydølum, og hann vil Tórshavnar Kommuna fegin hava.
Nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, spurdi Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og býráðslimur í Havn, hvussu tað gongur við hesum samráðingunum.
Jenis av Rana váttaði í Løgtinginum, at arbeitt verður við einum makaskifti, har býráðið fær Hoydalar og Mentamálaráðið fær allan Venjingarskúlan upp í Fróðskaparsetrið. Og hann væntar eisini, at tað verður ikki leingi til samráðingarnar eru komnar á mál. Sjálvur tekur hann undir við einum slíkum gerðabýti, tí tað fer ikki at kosta landskassanum nakað.
Skúlabygningurin í Hoydølum er í sera ringum standi og krevur stórar ábøtur. Men í Tórshavnar Býráð er støða ikki tikin til, hvat hann skal brúkast til. Uppskotini hava verið mong.
Onkur hevur nevnt at gera íbúðir í bygninginum, men onnur hava lagt stóran dent á, at í Hoydølum skal bara virksemi vera, sum kemur øllum til góðar. Í hesum sambandi hevur verið tosað um at gera Hoydalar til ein eldradepil, men røddir hava eisini verið um at brúka hann til mentanarlig endamál av onkrum slagi.
Jenis av Rana sigur, at verður makaskiftið veruleiki, fer hann ikki at leggja seg út í, hvat Tórshavnar Býráð fer at brúka Hoydalar til.