Tosa kinesiskt í Løgtinginum í dag

Á løgtingsfundinum í dag fara tingfólk ikki at tosa kinesiskt, men í ramasta álvara tosa um kinesiskt sum lærugrein í fólkaskúlanum.

 

Á løgtingsfundinum í dag fara tingfólk ikki at tosa kinesiskt, men í ramasta álvara tosa um kinesiskt sum lærugrein í fólkaskúlanum.

 

Tað er Bjarni Djurholm, sum hevur sett fram skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø viðvíkjandi kinesiskum máli og mentan.

 

Bjarni Djurholm spyr, um kinesiskt mál og mentan kunnu grast vællærugrein í 10. flokkunum og í miðnámsskúlanum.

 

Í viðmerkingum til spurningin sigur Bjarni Djurholm soleiðis:

 

»Løgtingsmaðurin vísir á, at síðani 1978 hevur Fólkarepublikkin Kina støðugt flutt seg burtur frá sosialistiskum planbúskapi til marknaðarbúskap.

 

Til nítiárini ávirkaði broytingin ikki heimsbúskapin stórvegis, men sum leið móti aldar­skiftinum, gav frælsisgerðingin av landbúnaðinum og loyvini at reka privata vinnu Kina eina veruliga búskaparframgongd, har 100-tals milliónir kinesarar reistu seg úr fátækradømi og gjørdust nýggja miðalstættin í landinum. Tá so loyvi síðani vóru latin til millumtjóða samhandil og íløguvirksemi í Kina, kom verulig ferð á kinesiska búskapin. Eitt búskaparligt heimsveldi var ávegis.

 

Umframt hesa frælsisgerð, so hevur kinesiska stjórnin minkað um príseftirlitið, sum eisini skundaði undir flytingina frá plan- til marknaðarlíknandi búskap.

 

Kostnaðarstøðið í Kina er eisini serstakliga lágt, samanborið við kappingarneytarnar. Hetta er m.a. orsakað av, at stórir partar av arbeiðsmegini ikki eru í skipaðum fakfelagssamtøkum. Eisini er innanhýsis kappingin millum undirveitarar ovurhonds stór, sum so aftur trýstir prísleguna niður.  

 

Samanumtikið hevur frælsisgerðingin av kinesiska búskapinum lagt lunnar undir søguligan búskaparvøkstur í landinum.

 

Farnu mongu árini hevur bruttotjóðarvøksturin verið um 10%. Fyri stuttum tók Kina Japan aftur, og er Kina nú næststørsti búskapur í heiminum.

 

Heldur búskapargongdin sær, so fer Kina, sambært IMF, fram um USA longu í 2016 sum búskaparligt stórveldi.

 

At Kina soleiðis er við at gerast búskaparliga lokomotivið í heiminum merkist longu, sum er. Kinesiski kappingarførleikin hevur ovurhondsstóra ávirkan á framleiðslu í vesturheiminum, sum í dag á vaksandi økjum er dragnað í ovurmát.

 

Flestu ásanna eisini, at búskaparliga kraftsentrið í næstum fer at liggja í fjareystri, og at Kina verður nýggja íløgu- og framleiðslustórveldið. Út við 1,4 milliardir fólk búgva í Kina, sum er út við fimtingurin av øllum íbúgvum heimsins. Eisini av hesi orsøk hevur Kina ovurstóran týdning í millumtjóða kappingarhøpi.

 

Henda gongdin hevur eisini við sær, at neyðugt er hjá okkum í vesturheiminum at ogna okkum innlit og vitan um kinesiska málið og mentan, skulu vit til fulnar kunna gagnnýta teir møguleikar og klára avbjóðingarnar, sum verða orsakaðar av broyttu búskaparjavnvágini.

Henda vissa ger, at vaksandi tal av miðnámsskúlum í grannalondunum í dag bjóða kinesiskt sum valfak.

 

Endamálið er, at næmingarnir læra at lesa, tosa og skilja nútíðar kinesiskt, kallað putonghua. Dentur verður lagdur á lesingina og kynstrið at tosa málið á t.d. B-støði. Skrivligt er minni parturin, og er mest at rokna sum stuðul undir málsligu innlæringini.

 

Harumframt verður undirvíst í kinesiskari mentan og samfelagslæru.

 

Skulu Føroyar sum tjóð vera virkin í alheimsgerðini, eiga vit at læra av samtíðargongdini og á besta hátt búgva okkum til komandi avbjóðingar og møguleikar.

 

Hetta er ikki minst galdandi á skúlaøkinum, har kinesiskt eigur at vera eitt av valfakunum í 10. flokkunum og  miðnámsskúlunum frameftir.«

 

Umframt fyrispurningin um kinesiskt verður akvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu frá Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnum viðvíkjandi ansingarsamsýning og rættindum hjá teimum, sum ansa fólki millum 18 og 67 ár heima. Síðani verða munnligir fyrispurningar – og har er longu boðað frá fleiri.