Torstein vil verða norðurlandameistari

Inniróður: Í morgin luttekur 15 ára gamli Torstein Paulason Brattaberg úr Vestmanna í norðurlandameistarakappingini Nordic Indoor Open í Århus. Hann luttekur í tveimum kappingum, nevniliga á 2000 m og á einum styttri spurt-teini. - Málið er at vinna. Tað er tað altíð, sigur Torstein.

Torstein luttekur í aldursbólkinum 15-16 ár og hevur gjørt nógv burturúr fyrireikingunum fram ímóti hesi kappingini. Hann er somuleiðis Danmarksmeistari í hesum aldursbólkinum, og skal hann royna at verja hetta heitið, tá ið DM verður róð í Gladsaxe seinni í mánaðinum. Tá er hann elstur í kappingini, meðan hann var yngstur í sínum aldursbólki, tá ið hann – sum nevnt – gjøridst Danmarksmeistari í fjør.

Hevur vant nógv
Torstein hevur lagt nógva orku í venjingina fram til hesa kappingina, og sigast má, at fyrireikingarnar hava verið drúgvar.
- Eg byrjaði at rógva tríggjar ferðir um vikuna í septembur. Tá vandi eg eisini hondbólt tvær ferðir um vikuna. Í oktobur byrjaði eg at venja fýra ferðir um vikuna, áðrenn eg mitt í oktobur gavst at venja hondbólt og fór at venja innirógving fimm ferðir um vikuna, sigur Torstein um fyrireikingarnar.
Hann hevur róð í trý ár við bátsmanningini hjá Havfrúnni, og gongur sum ætlað, rør hann við annaðhvørt Havfrúnni ella Junkaranum í FM-kappingini hjá 5-mannaførum dreingjum komandi summar.

Ætlar at gerast meistari
Drúgvu fyrireikingarnar hava ikki verið til stuttleikar. Torstein ætlar sær nevniliga allan vegin.
- Málið er sjálvandi at vinna. Tað er tað altíð. Eg rokni eisini við, at tað er realistiskt, sigur Torstein, sum ikki kennir serliga nógv til mótstøðuna.
- Har eru nógvir frá árganginum 1997, og teir kenni eg einki til. Men eg veit um ein danskara, ið er javngamal við meg, sum eg róði ímóti í DM í fjør, og tá endaði hann næstan ein heilan minutt aftanfyri meg, vísti Torstein á, áðrenn vit takkaðu honum fyri prátið og ynsktu honum góða eydnu í kappingunum báðum.