Torstein kann gerast norðurlandameistari

Leygardagin luttekur 15 ára gamli Torstein Paulason Brattaberg úr Vestmanna í norðurlandameistarakappingini í inniróðri í Nordic Indoor Open, sum verður róð í Århus. Hann luttekur í tveimum kappingum, nevniliga á 2000 m og á einum styttri spurt-teini. Hesum boðar heimasíðan hjá VÍF frá.

 

Torstein luttekur í aldursbólkinum 15-16 ár og hevur gjørt nógv burturúr fyrireikingunum fram ímóti hesi kappingini. Hann er somuleiðis Danmarksmeistari í hesum aldursbólkinum, og skal hann royna at verja hetta heitið, tá ið DM verður róð í Gladsaxe seinni í mánaðinum.

 

Torstein hevur góðar vónir um at gerast norðurlandameistari.

 

- Málið er altíð at vinna, og eg rokni eisini við, at tað er realistiskt, sigur Torstein.

 

Lesið alla samrøðuna við Torstein Paulason Brattaberg í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum, sum kemur á gøtuna í morgin.