Tórshavnar kommuna: Vatnið er reint

- Seinastu tíðina hava fólk í høvuðsstaðnum klaga um, at vatnið í kommununi smakkar og luktar heldur øðrvísi.

Seinastu tíðina hava fólk í høvuðsstaðnum klaga um, at vatnið í kommununi smakkar og luktar heldur øðrvísi. Nøkur hava enntá sagt, at tey fáa vaml av at drekka vatnið.


Tórshavnar kommuna upplýsir tó á teirra heimasíðu í dag, at kanningar hjá kommununi og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava staðfest, at einki er galið við vatninum.


- Vatnið er í lagi. Men hetta við vánaligum smakki er ein afturvendandi trupulleiki á sumri. Nøkur ár eru verri og onnur ár betri, men ongin veit rættiliga, hvør orsøkin er, verður upplýst frá Vatnverkinum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. 


Upplýst verður, at tá kommunan fær tílíkar fráboðanir, so verður beinanvegin skolað út gjøgnum brandpostar, og tykist tað at hjálpa.