Tórshavnar Kamarkór hevur Vetrarkonsert

Kórið hevur vetrarkonsert við gestum í Vesturkirkjuni hóskvøldið 20. november klokkan 20. Á konsertini verður kórtónleikur frá 1500 talinum til í dag, eftir tónaskøldum sum Mozart, Vivaldi, Purcell og Ola Gjeilo. Við á konsertini vera strúkarir, blásarir og enntá verður ein cembalo við til tvey av løgunum.

 

Tórshavnar Kamarkór hevur nógv at gera hesar dagarnar við upptøkum til nýggjarskonsert, adventsgudstænastu í Dómkirkjuni, umframt jólaskránna. 

 

Kórið hevur vetrarkonsert við gestum í Vesturkirkjuni hóskvøldið 20. november klokkan 20. Á konsertini verður kórtónleikur frá 1500 talinum til í dag, eftir tónaskøldum sum Mozart, Vivaldi, Purcell og Ola Gjeilo. Við á konsertini vera strúkarir, blásarir og enntá verur ein cembalo við til tvey av løgunum.

  

Á skránni eru tveir tekstir, ið verða sungnir tvær ferðir. Hetta er Ubi Caritas við tónleiki eftir bæði Durufle og Gjeilo, og Ave Verum við tónleiki eftir Mozart og Bird. Stuttligt er at síggja, hvussu ymiskt hesi tónaskøld hava tulkað sama tekst, sigur Elin Michelsen, forkvinna í kórinum.

 

Umframt hesar tónleikarar verður Ken Jones við sum gestasolistur á konsertini. Ken Jones fer at spæla eina trompetsolo saman við tónleikarunum.

 

Konsertin er ókeypis, men tey ið hava hug, eru vælkomin at lata kórinum eitt oyra, sigur Elin Michelsen.