Torshavn fór á land

Um klokkan sjey í gjárkvøldið rak báturin Torshavn, sum ríkisumboðið eigur, á land beint sunnanfyri bátahylin á Selatrað. Torshavn var farin av Hvalvík fyrr seinnapartin, har hon hevur ligið, og var eisini inni í Hósvík um klokkan fimm seinnapartin, og tók eftir øllum at døma fólk umborð, og setti síðani stevnið móti Selatrað.

Tjaldrið lá um hetta mundið út fyri Hósvík, har Tjaldrið varð komið fram á eina kappróðrarmanning hjá hósvíkingum, sum teir so kannaðu - har var alt í lagi.

Tjaldrið fór so ein túr norðureftir móti Oyri, men vendi so suðuraftur næstan beinanvegin.

Tá var báturin Torshavn, um klokkan 19, eftir øllum at døma rikin á land skamt sunnanfyri bátahylin á Selatrað, og Tjaldrið mátti koma Torshavn til hjálpar.

Torshavn var, sum myndin eisini vísir, rikin við reyvini fyrst, og tí tók tað eina løtu at fáa Torshavn leysan, áðrenn bæði Torshavn og Tjaldrið settu stevnið suðureftir aftur beint eftir klokkan 21.

Tað var av fagrasta veðri í Sundalagnum í gjárkvøldið, og neyvan hevur nakar vandi nakrantíð verið á ferð.