Hóast Torkil puntkeraði nærhendis Sumba, megnaði hann at koma sterkt aftur og vinna endaspurtin ímóti málinum við Torgið í Vági. Í spurtinum bleiv hann trý sekund framman fyri Kristian Gosvig, ið var harðasti kappingarneytin í dag.
Meðan Torkil fekk hjólið skift, bíðaði Hafsteinn Ægir Geirsson eftir honum, men Gosvig fór víðari. Tá Torkil var komin aftur á súkkluna, legði hann fyrst Hafsteinn afturum og tók síðani Gosvig aftur ? fyri síðani at vinna við einum sannførandi spurti.
Hafsteinn eisini fyri óhappi
Hafsteinn var sjálvur óheppin, tá hann rendi á ein bil, sum koyrdi út fyri hann, beint sum hann skuldi taka sín endaspurt ímóti Gudmundi Joensen. Tíbetur stóðst ikki nakar álvarsligur skaði av tí, og Hafsteinn fekk aftaná tilskrivað somu tíð sum Gudmund.
Í liðkappingini gjørdist eisini talan um eina ógvusliga vend, tí av tí at Torkil vann, Gudmundur bleiv nummar trý og Gunnar Dahl-Olsen nummar fimm, er teirra Team PE Kolonial nú sjey minuttir og 43 sekund framman fyri liðið hjá Hafsteinni, HFR.
Í Vágum fyri fyrstu ferð
Í morgin er einkultstartur í Vágum fyri fyrstu ferð, og skal hann broyta støðuna nakað, so skal nógv henda har ? sera nógv! Men íslendingarnir eru allir sterkir í einkultstarti, so tað kann aftur gerast spennandi. Byrjað verður kl. 11 og súkklararnir fara ein og ein úr Sandavági til Bíggjar og aftur.
Annars vann Súsanna Skylv hjá kvinnum, hjá unglingum Knud Glerup og hjá motionistum Christian Ravn Uberg hjá monnum og Iben Dam hjá kvinnum.