Torkil kom ikki á mál við feltinum

Torkil Veyhe súkklaði í dag DM í landavegskoyring, har hann gjørdist nr. 72 av 140 súkklarum. Tað var um reppið, at hann kom á mál við feltinum, men tá ið tað restaðu 12km í, gekk orkan undan og hann fekk pláss miðskeiðis á úrslitalistanum, sum var fongdur við væl kendum og fulltíðar súkklarum.

 

Súkklaðir vórðu 200km í Vordingborg, har teinurin var slættur og fitt av vindi var.

 

- Tað kom skjótt eitt útbrot avstað. Persónliga hevði eg sett mær fyri at koma við í eitt útbrot, men sum áður sagt, so var tað ógvuliga trupult og tað vóru nógvir um boðið. Tað eydnaðist mær heldur ikki at koma nóg langt fram í feltið til at eg kundi vera við. Men sum tíðin leið og vit komu út í triðja umfar, so royndi eg meg nakrar ferðir og var við at koma avstað saman við nøkrum øðrum. Hóast tað bleiv koyrt væl til, so vildi feltið ikki loyva okkum at fáa tað endaliga holið og vit blivu tí skjótt fangaðir aftur, greiðir Torkil frá.

 

- Tað var nakað av vindi úti á rutuni, men ikki nokk til at splitta feltið heilt og vóru vit tí um 120 mans, sum enn vóru savnaðir, tá ið farið varð inn í tey smærri umførini. Í øðrum umfari av teimum smærri royndi eg meg síðani aftur og var aftur við at koma avstað frá feltinum, men sum fyrru ferðina bleiv høg ferð hildin í feltinum og eg bleiv skjótt fangaður aftur, greiðir Torkil víðari frá.

 

Torkil hevði nú roynt seg tað mesta, hann var førur fyri.

 

- Orkan byrjaði síðani so smátt at ganga undan hjá teimum flestu og fleiri og fleiri fullu frá feltinum. Tá ið tað manglaðu 12 km slepti ein takið í feltinum, sum sat nøkur pláss frammanfyri meg, og eg hevði ikki orkuna til at koyra framvið og tetta holið upp til feltið og bleiv eg harvið settur. Vit vóru síðani eini 20, sum trillaðu restina av rutuni ígjøgnum og komu á mál fimm minuttir eftir Michael Mørkøv, sum bleiv danskur meistari í einum spurti ímillum teir 45, sum vóru eftir í feltinum, greiðir Torkil at enda frá.

 

Úrslit:

 

1. Michael Mørkøv (Team Saxo-Tinkoff Bank) 

2. Morten Øllegaard (Blue Water Cycling) s.t. 

3. Casper Folsach (Team Tre-for) s.t. 

4. Matti Breschel (Team Saxo-Tinkoff Bank) s.t. 

5. Kristian Haugaard (Leopard-Trek) s.t. 

72. Torkil Veyhe (Odder CK) +5min.