Torkil gjørdi ein vørr og skoraði átta mál

(Rás2) Hilmar Jan Hansen fekk orðið á 20 ára gamla Torkil Mørk Hentze, sum skoraði átta mál ímóti Team Klaksvík í kvøld

Neistin og Team Klaksvík møttust í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini í stórhøllini á Hálsi. Neistin vann trygt 30-22, og var á odda 14-11 í steðginum. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki var Team Klaksvík tó á odda 8-3.

 

Toppskjútti hjá Neistanum gjørdist 20 ára gamli Torkil Mørk Hentze við átta málum. Hilmar Jan Hansen fekk orðið á Torkil Mørk Hentze aftaná dystin.

 

Torkil Mørk Hentze hevur ikki hug at reypa av sær sjálvum, men vil heldur siga, at hetta var ein av teimum døgunum har allar bóltarnir fóru inn.

 

Hann ásannar, at Neistin kom illa frá dystarbyrjan, og teir komu eisini afturum við fimm málum, men eftir hetta fingu teir í Neistanum skil á verju og á álop, og so gekk tað ein veg.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Torkil Mørk Hentze.

 

Bólkur 1 – menn

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1302282
2H71 200000
3Kyndil00000
4Team Klaksvík12230-80

Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík 30-22
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 Kyndil – H71 2