Hjá monnunum vann Torkil Weyhe. Hann súkklaði teir 30 kilometrarnar við tíðini 42.25. Gunnar D. Olsen og Sverri M. Edvinsson vóru honum næstir við tíðunum 45.51 og 47.50. Súsanna Skylv Sørensen vann kappingina hjá kvinnum við tíðini 52.50, og Marin E. Heinesen gjørdist nummar tvey við tíðini.1.05.20. Unglingarnir súkklaðu 20 kilometrar í mun til tey vaksnu, og her vann Jóanis Albert Nielsen við tíðini 43.24. Hjá monnum omanfyri tey 40 vann Andras Joensen kappingina við tíðini 49.21, Jógvan Djurhuus varð nummar tvey við tíðini 55.15, og Evald Rasmussen nummar trý við tíðini 56.51.










