Torir tú at súkkla í býnum?

   

Marin Katrina Frýdal
valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu
?????
Tosaði við ein suðuroying fyri stuttum, ið nú býr norðanfjørðs. Í prátinum fall tosið á seyðahald í Suðuroynni, ið brýtur nakað frá tí, ið er aðrastaðni í landinum. Tá sigur hann: "Veist tú ikki, at í Suðuroynni hevur seyðurin størri status enn fólkið"? Til hetta svaraði eg: "Og veist tú, hvør hevur hægst status í Havn, jú tað eru bilarnir."
Eftir mínum tykki eiga vit í felag at skipa fyri átøkum, ið kunnu minka um bilatalið í býnum. Kommunan kundi fyriskipað kapping í hesum sambandi; t.d. saman við dagstovnum, skúlum, foreldrum, feløgum, arbeiðsplássum v.m. Sum dømi, kundu tey, ið fingu flest fólk at ganga ella súkkla til arbeiðis, í skúla ella í dagstovn, verið stimbrað við eini viðurkenning, t.d. eini kapping um eina størri peningaupphædd ella eina uttanlandaferð.
Endamálið skuldi verið, á ein jaligan hátt, at fingið minkað munandi um bilatalið inn í býin vanligar arbeiðsdagar.
Góð fyridømi um tílík átøk eru endurskinsátakið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, "ársins virki" hjá Vinnuhúsinum og "best røkta bygd" hjá Ferðaráðnum.
Eg eri fullvís í, at øll høvdu verið glaðari, um vit minkaðu um ferðsluna í býnum. Bæði tey, ið veru-liga hava tørv á at nýta bilin, og somuleiðis tey, ið fara at ganga ella súkkla. Tað er stórur munur á at koma til arbeiðis um morgunin, tá tú á leiðini hevur sagt góðan morgun nakrar ferðir við fólk tú møtir ávegis til arbeiðis. Og ikki um at tala hinar ágóðarnar afturat, nevniliga at bøta um heilsuna, vælveruna og trivnaðin. Hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá landsinsmyndugleikunum, ið hava sett betri fólkaheilsu í fremstu røð.
Besti hátturin at læra børnini um ferðsluna er, at tey sjálvi fara út í hana (við vaksnari hjálp, har tað er neyðugt), tí á baksetrinum í bilinum hjá foreldrunum fáa tey onga ferðslufrálæru.
Fólk, ið búgva í miðbýnum, fáa ikki verið til fyri bilum hjá øðrum, ið treingja seg inn á teirra nærumhvørvi. Loysnin á trupulleikanum má tó vera meira munadygg, enn dáragerð býráðsins í Mortanstovubrekkuni. Fyri løtuvinning mátti eisini hesin grøni bletturin dvína, uttan at miðbýurin tó fær eina haldgóða loysn á parkeringstrupulleikunum afturfyri. Eini trý verulig P-hús spjædd í býnum, t.d. eitt í Álakeri, eitt á Skálatrøð og eitt á Frúutrøð, høvdu hinvegin munað nakað. Og, annars, tá tað kann løna seg hjá fuglfirðingum at spreingja tunnlar til at goyma fisk í, mundi tað so ikki lønað seg at gjørt ein P-hús tunnil í Havn.
Og hvussu við at ment bussleiðina til eitt veruligt alternativ til privatkoyringina?
Gongufólk, fólk við barnavognum ella í koyristóli og súkklur mugu eisini hava pláss í Havnini. Spurningin, "Torir tú at súkkla í býnum"? hoyrir ein mangan. Jú, í heimsins minsta høvuðsstaði er hesin spurningur dagsaktuellur.