Kommunuval
Bygdarráðið á Eiði, sum valt varð tann 21 november í fjør, verður sitandi. Landsstýrið hevur víst kæruni um valið aftur.
Á kommunuvalinum tann 21. november í fjør, vóru tveir listar á Eiði. Listi A fekk tá fimm bygdarráðslimir valdar, meðan listi B fekk tveir.
Men tann seinni limurin hjá lista B var sera tepur. Bert ein atkvøða kundi gjørt, at hann ikki varð valdur, men at tann sætti limurin í staðin varð valdur á lista A. Tað hevði hent, um fínteljingin flutti eina atkvøðu av lista B yvir á lista A.
Tað gjørdi fínteljingin á Eiði, sum hildin varð eina viku eftir valið, ikki. Hinvegin hendi tað, at ein atkvøða var meira í atkvøðukassanum tá fíntalt varð, enn tað sambært valnevndini var, tá sjálvt kommunuvalið endaði tann 21. november.
Tá fíntalt varð, gjørdist úrslitið, at listi A hevði fingið eina atkvøðu meira, enn hann hevði sjálvt valkvøldið, meðan listi B hevði sama atkvøðutal.
Hóast listi A nú hevði fingið eina atkvøðu aftrat, gjørdi hon tó ikki, at sætti limurin á listanum av sær sjálvum varð valdur, tí listi B hevði framvegis sínar, sum tryggjaðu tann seinna bygdarráðslimin.
Hinvegin stóðst so mikið av iva um valið, at ein borgari á Eiði kærdi úrslitið til bygdarráðið. Bygdarráðið viðgjørdi kæruna, men vísti henni frá sær.
Tað var kærarin ikki nøgdur við, og sendi kæruna víðari til kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum. Nú seinna kæran varð send, var ein undirskrift komin aftrat undir kæruna.
Kommunala eftirlitið hevur síðan viðgjørt kæruna, og í gjár kom so úrskurðurin, sum segði, at landsstýrið ikki metir grundarlag vera fyri at broyta úrslitið av valinum. Sostatt verður bygdarráðið, sum valt varð tann 21. november 2000, sitandi valskeiðið út.
Meðan málið um kæruna hevur verið viðgjørt, hevur bygdarráðið á Eiði skipað seg. Tá hendi tað, ivaleyst óvæntaða, at listi B, sum fekk tveir av sjey bygdarráðslimum, fekk borgarstjóran. Tað er Tordur Niclasen, sum fekk næstflestar atkvøður yvirhøvur á valinum á Eiði.









