Tordi ikki at taka dystin upp

Hann stúrdi fyri, at tað kundi beint fyri Hvalbiartunlinum

Í sambandi við arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin, hevur nógv verið tosað um eitt vegastrekki í Trongisvági, sum politikarar hava gloymt.

Í sambandi við Hvalbiartunnilin, skal nýggjur vegur gerast, bæði í Nesi í Hvalba, og í Trongisvági. Í Trongisvági verður vegurin eisini breiðkaður nakað út eftir. Men kortini verða umleið ein kilometur eftir av vegi, sum ikki verður breikaður. Hann fer sostatt framvegis at liggja sum ein einsporaður vegur, út ígjøgnum Trongisvág, til har sum bundið verður í Landsvegin.

Og politikararnir hava verið fyri hvøssum atfinningum tí at teir ikki hava tikið hendan kilometuri við í arbeiðið, so at vit sleppa undan, at hann skal liggja har sum ein fløskuhálsur og forða fyri ferðsluni.

Mett verður, at tað fer at kosta 10-13 milliónir at gera vegin.

Men Henrik Old, sum var landsstýrismaður í samferðslumálum, tá ið farið varð undir at gera Hvalbiartunnilin, avsannar, at hann gloymdi hetta vegastrekkið.

Tá ið Løgtingið umrøddi spurningin hendan dagin, ásannaði hann, at tað var við beráddum huga, at hetta vegastrekkið ikki er tikið við.

Tvørtur ímóti gjørdi hann greitt, at orsøkin til at hesin kilometurin ikki verður breiðkaður í sama viðfangi, sum Hvalbiartunnilin verður gjørdur, er har eru so nógvir eigarar, sum semja skal fáast við, ella sum jørð skal ognartakast frá.

Har eru einir 60-70 eigarar, og etg tordi ikki at taka dystin upp við teir, segði hann.

Hann se, at tað hevði seinkað tunlinum, og hann stúrdi fyri, at tað kundi heilt forkomið honum

Hjá honum var tað alt avgerandi at fáa gongd á Hvalbiartunnilin sum skjótast, tí er sjøtul fyrst settur á arbeiðið, vendist ikki aftur.

Eg tordi ikki at bíða til vit høvdu fingið viðurskiftini við allar eigararnar í rættlag, tí eg vildi bara hava gongd í tunnilin, áðrenn hann datt niðurfyri aftur, segði hann.

Hann hevði kortini álit á, at hesi viðurskiftini fáast í rættlag seinni.

Eiini í Nesi í Hvalba eru einir 300 metrar av vegi, sum ikki verða breiðkaðir í sambandi við tunnilin, og tann vegurin fer so at liggja sum ein einsporaður vegur, ella so, við einum tvísporaðum vegi báðu megin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað fer a kosta einar tvær milliónir at breiðka tað vegastrekkið, og tað er eitt mál, hann fer taka upp við Landsverk.

Hann sigur, at ætlanin hevur verið at breiðka vegin niðan eftir, men har eru nakrir grótgarðar, sum helst ikki skulu takast burtur. Vegurin kann eisini breiðkast oman etir, men tað verður dýrari, tí har krevst meiri tilfar.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at hvalbingar vilja hava gongubreyt framvið vegnum, og tað ger arbeiðið upp aftur dýrari, samstundis sum enn meiri lendi.

Hinvegin heldur hann, at vit eiga eisini at hugsa um trygdina, tí har eru eisini fólk til gongu.

Annars undrast Jørgen Niclasen á, at ikki allir snøklar verða tiknir við, tá ið almenn arbeiðið verða gjørd.

Eitt vanligt dømi um tað er, at vegirnir til og frá verða ikki tiknir við, tá ið tunlar verða gjørdir.

– Tað eiga vit at læra av og eg fari at taka tað upp við Landsverk fyri at fáa eina loysn á vegagerðini í sambandi við Hvalbiartunnilin tí tunnilin og vegirnir eru ein heild, sum eiga at vera við í verkætlanini, sigur hann.