Ísraelski herurin er byrjaður at taka seg aftur

Sambært avtaluni skal ísraelski herurin í eina tíð hava eftirlitið við 53 prosentum av Gazageiranum

Verjan í Gazageiranum váttar í morgun, at ísraelski herurin nú er byrjaður at taka seg aftur úr einstøkum økjum.

 

Hetta er sambært avtaluni um vápnahvíld og frið í Gazageiranum, sum Ísrael og Hamas eru vorðin samd um.

 

Í gjár góðkendi ísraelska stjórnin vápnahvíldaravtaluna, sum eitt nú merkir, at ísraelski herurin skal byrja at taka seg aftur úr palestinsku økjunum.

Sambært avtaluni skal ísraelski herurin í eina tíð hava eftirlitið við 53 prosentum av Gazageiranum.

 

Meira verður at frætta um friðartilgongdina í Gazageiranum í øðrum greinastubbum her á In.fo.