Toran hevur gingið í nátt, og líkt kundi verið til, at hon onkustaðni rættiliga hevur gjørt um seg.
Fyri løtu síðan fingu vit hesa myndina sendandi, sum er av einari av vindmyllunum í Neshaga.
In.fo veit ikki í løtuni, hvussu ógvuslig hendingin er, men hetta sær ikki gott út.
Ein lesari, sum vit hava skift orð við á Nesi, sigur, at toran gekk rættiliga ógvusliga í nátt.
- Ta einu ferðina kendist tað, sum ein lastbilur rendi inn í húsini hjá okkum.
Lesarin sigur, at í gjár, tá hann var í Neshaga, sá vindmyllan ikki soleiðis út.
- Vindurin var ikki so nógvur í nátt, og tí kann tað illa vera annað enn, at toran sló niður í vindmylluna, leggur hann aftrat.
Vindmyllan, sum er rakt, er hin heimasta - og elsta - vindmyllan í Neshaga.
##med2##












