- Ikki fyrr enn vit bróta ísin og varpa ljós á læraran, sum happar, koma vit víðari, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna. Nú ljós av álvara hevur verið varpað á happing, er komið fram javnan, at næmingar eru, hava verið og verða happaðir av lærarum. Í eini grein í Skúlablaðnum fyrr í hesum árinum greiddi ein ungur maður frá, hvussu hann øll árini í barnaskúlanum varð happaður av sínum flokslærara, og hvussu næmingar í flokkinum eftirapaðu atferðini hjá læraranum og harvið stuðlaðu undir happingina. Í aðrari grein í Skúlablaðnum í ár kundu vit lesa um unga gentu, sum øll árini hevur verið happað av sínum floksfelagum og lærarin einki hevur gjørt hóast vitandi um hetta.
Mong slík dømi eru, men innan skúlagátt eru hetta evni, ið ring eru at tosa um, vísti Heidi Petersen, løgtingskvinna, á í tinginum fríggjadagin í farnu viku, tá ið fyrispurningur hennara um happing varð svaraður.
- Spurningurin er, hvat vit eiga at gera, tá ið lærarin happar næming, hvussu fyriheldur lærarin seg til starvsfelagan, sum hann veit happar sínar næmingar, hvussu fyriheldur leiðarin seg til læraran, sum happar. Enn hava vit ikki varpað ljós á henda álvarsliga spurningin, sum má metast vera tabu, tí vit tora ikki, men eg eri sannførd um, at ikki fyri enn vit hava sett hol á hetta, koma vit víðari, segði Heidi Petersen.
Jógvan á Lakjuni svaraði, at tað er skúlaleiðarin, sum hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av tí, ið fyriferst í skúlanum.
- Vit eiga at krevja at skúlaleiðaranum, at hann grípur inn, um ein lærari happar næmingar, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, www.skulabladid.fo