Nú H1N1 ella Influensa-A er staðfest um at kalla allan heimin, eru fólk vorðin meiri varin, áðrenn tey keypa sær ferðaseðil út í heim. Tað siga tær donsku ferðatryggingarnar við tíðindabrævið Newspaq.
Hjá TrygVesta siga tey, at fólk vilja hava at vita, um sjúkan er staðfest í tí landinum, sum tey ætla sær til. Tað hevur eisini víst seg, at fleiri, sum hava bílagt sær ferðaseðil til Bretlands ella Kýpros, hava hug at setast aftur.
Hjá Gouda Rejseforsikring halda tey, at alt ov nógv er gjørt burtur úr krímsjúkuni. Tey siga, at hóast onkur kann hava fingið krímið á Mallorca, er vandin fyri at blíva smittaður har ikki størri enn í Danmark.