Toppurin fekk lítið burturúr

Tað hilnaðist ikki væl hjá toppliðunum í bestu eingilsku fótbóltsdeildini í dag.

Undan 14. umfari lógu Chlesea og Liverpool stavn um stavn, og tað gera tey framvegis. Bæði liðini vóru partar av javnleiki.

Liverpool megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti Fulham, og úrslitið var tað sama, tá ið Chelsea hevði vitjan av Newcastle.

Arsenal kreppan stóð í ljósum loga á Manchester, har City vann 3-0.

Í kvøld hevði Manchester United so møguleikan at taka seg nærri oddaliðunum, men eisini á Villa Park endaði tað málleyst.

 

Liverpool-Fulham 0-0

Middlesbrougu-Bolton 1-3

Manchester City-Arsenal 3-0

Portsmouth-Hull 2-2

Stoke-West Bromwich 1-0

Chelsea-Newcastle 0-0

Aston Villa-Manchester United 0-0