Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið landsliðið, sum skal spæla móti Grikkalandi 14. november. Nakrar broytingar eru í hópinum, sum hesa ferð telur 21 spælarar í mun til 23 spælarar seinast.
Millum teir, sum hava fingið boð í mun til seinast, eru Hanus Jacobsen(Víkingur), Odmar Færø(B36), Róaldur Jacobsen(B36) og Klæmint A. Olsen(NSÍ), meðan menn sum Alex Mellemgaard(B36), Rógvi Baldvinsson(Ålgaard), Páll A. Klettskarð(KÍ), Hans Jørgen Djurhuus(Víkingur), Bárður Hansen(Víkingur) og Levi Hanssen(HB) eru ikki við. Onkrir teirra hava givið avboð.
Hesar 21 hevur Lars Olsen úttikið:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson, Tórur Thomsen
Verja:
Jónas T. Næs, Atli Gregersen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Hanus Jacobsen
Miðvøllur:
Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Christian L. Holst, Fróði Benjaminsen, Gilli Sørensen, Hallur Hansson, Róaldur Jakobsen, Pól Jóhannus Justinusen, Sølvi Vatnhamar
Álop:
Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen og Arnbjørn Hansen