Toppliðið komið fyri seg

EB/Streymur hevur rættuliga svarað aftur í heimadystinum ímóti B68.

B68 setti hol á, og EB/Streymur javnaði. Fimm minuttir fyri hálvleik hevur Hans Pauli Samuelsen skorað aftur fyri heimaliðið, so støðan nú er 2-1 til EB/Streym. Málskjútti var Hans Pauli Samuelsen, sum sendi fríspark dygst uttanvert brotsteigin tætt inn við stólpan aftanfyri Vlada Filipovic.