Toppliðið hevur givið avboð

Eftir summarsteðgin fer bólturin seinnapartin á rull aftur í næstbestu deildini. Skráin boðar frá fullum umfari, men sambært heimasíðuni hjá VB, vb1905.fo, verður dysturin á Vágseiði millum VB/Sumba og HB ikki spældur. Talan hevði verið um oddauppgerð, tí HB er fremst, og VB/Sumba er á triðja plássi.

Sambært VB heimasíðuni verður dysturin ikki spældur, tí HB hevur boðað frá, at tað ber teimum ikki til at manna lið. Úr HB verður staðfest, at 1. deildarliðið hjá teimum fer ikki til Vágs í dag.

B71 er næstfremst, og um tað eydnast sandoyingum at vinna fulla úrtøku á Sevmýri í dag, so verður B71 nýtt oddalið.

 

1. deild

15. umfar

18. juli

VB/Sumba-HB: Jón Kári í Brekkuni - avlýstur

Víkingur-NSÍ: Alex Troleis kl. 13.00

TB-B71: Páll Augustinussen

FC Hoyvík-B68: Birgir Sondum kl. 15.10

MB-Skála: Bárður Mortensen

 

HB 28

B71 27

VB/Sumba 25

TB 25

NSÍ 21

B68 20

FC Hoyvík 19

Víkingur 17

Skála 11

MB 2