Japan, Suðurkorea og USA umhugsa at halda ein fund á hægsta stigi um støðuna í Fjareystri, nú norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-il, er deyður. Tað sigur aðalskrivarin í japanska forsætismálaráðnum, Osamu Fujimora. Enn er ikki avgjørt, nær ein møguligur fundur verður.
Aðalskrivarin leggur afturat, at japanska stjórnin hevur eisini havt samband við kinesisku stjórnina um støðuna í Norðurkorea.
Kim Jong-il doyði á einari tokferð leygardagin, men tað bleiv ikki almannakunngjørt fyrr enn í gjár. Grannalondini Russland, Kina og Japan hava sent samkenslufjarrit til Pyongyang, og kinesiska stjórnin segði samstundis, at hon fer at gera alt fyri at tryggja støðug viðurskifti í Norðurkorea.










