Tónleikur og list í Varpinum fríggjadagin

- Øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið fríggjadagin, har tónleikurin hjá Moniku, Jonu og Tóri fer at ljóma saman við forvitnisligu listini hjá Lydiu Petersen.

 

Ein strúkitrio við Moniku Stauss Joensen, violin, Jonu Højgaard, viola og Tóri Restorff Jacobsen, cello, fer at framføra í Varpinum í Klaksvík fríggjadagin hin 7. juni klokkan 16.30.

 

Framførslan verður í hølunum, har listakvinnan, Lydia Petersen, sýnir fram sínar vøkru, litríku og lívsglaðu myndir.

 

Monika, Jona og Tóri eru kend andlit í tí klassiska tónleikalívinum í Føroyum. Tey hava hvør sær framført í ymiskum samansetingum, bæði her heima og uttanlands. 

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til framførsluna í Varpinum fríggjadagin, har tónleikurin hjá Moniku, Jonu og Tóri fer at ljóma saman við forvitnisligu listini hjá Lydiu Petersen.

 

##med2##

 

Monika Stauss Joensen, Tóri Restorff Jacobsen og Jona Højgaard.