Summartónar og Tónleikasamtakið Grót bjóða til feitar konsertir við rættiliga spennandi tónleiki í ymiskum sjangrum. Og um tað ikki var nokk, diska vit eisini upp við hitapottum og sauna á kajini í Syðrugøtu aftaná. Alt hetta kanst tú uppliva í Syðrugøtu fríggjakvøldið.
Tjant:
Er ein tónleikaverkætlan hjá Heðin Ziska Davidsen, sum vit seinastu árini hava sæð í samstarvi sum gittarleikari hjá Marius Ziska. Heðin hevur sínar tónlistarligu røtur í metal og jazz tónleikinum, men hansara tónlistarliga dugnasemi hevur havt við sær, at hann er nógv umbiðin í mongum ymiskum tónleikaverkætlanum. Heðin er fastur limur í bólkum sum t.d. BYRTA, Greta Svabo Bech, Marius Ziska, Yggdrasil og fleiri, umframt at hann javnan spælur Grottokonsertir.
Umframt at verða framúr góður gittarleikari, er hann eisini royndur komponistur, og er tað júst í Tjant, at hann veruliga spennur seg út sum komponist. Til konsertina fríggjakvøldið, fara Tjant at framføra elektroniskan tónleik saman við improvisatiónum.
Tjant eru:
Heðin Ziska Davidsen
Mikael Blak
Brandur Jacobsen
Per I. Højgaard Petersen
Lyon:
Lyon Hansen leyp ikki á bláman á páskum https://www.facebook.com/photo.php?v=10202722395115799&set=vb.1076885491&type=2&theater , sum so mong onnur, men Lyon vann tónleikakappingina Sement 2014, saman við bólkinum The Colour Storm, sum ongin annar gjørdi!
Lyon Hansen var mest sum óskrivað blað, tá hann fyri nøkrum árum síðani vann føroysku Singer/Songwriter kappingina, og hevur hann síðani spælt nógvar konsertir, og er í dag ein heilt serlig uppliving á palli, sum ein av allarbestu framførarum í Føroyum. Í samband við Sement 2014, skrivaði Lyon nýggjan tónleik, ið vit gleða okkum at hoyra í Tøting fríggjakvøldið.
Førka:
Grót hevur í vár staði fyri undirvísing í samanspæli, fyri ungar tónleikarar í aldrinum 13 - 19 ár. Í hesum sambandi, fara nakrir av hesum ungu tónleikarar at framføra fríggjakvøldið. Førka er bólkur við tónleikarum um 17 ára aldur úr Gøtu og Fuglafirði. Teir útgóvu lagið "All love" á útgávuni "Óskrivað bløð" herfyri.
Manningin í Førka eru:
Ari Johannesen
Sunnvar Gregersen Hansen
Jósef Magni Heinesen
Jákup Oluf Á Lakjuni
Undirvísarar eru Pætur Zachariasson og Allan Tausen
Konsertin byrjar kl. 21.00 í Tøting í Gøtu og er liðug uml. kl. 23.30. Um ein ætlar í hitapottar og sauna aftaná, er tað eitt gott hugskot at taka hóskandi klæðir og handklæði við.