Tom Hagen kom ikki til skorin klæði

- Eg hugsi ikki um, at eg eri ríkur, skal Tom Hagen, sum er ein lítillátin maður, fleiri ferðir hava sagt. Hann er úr einum systkinaflokki á 13.

 

Hann kom ikki til skorin klæði. Familjan livdi av einum smábrúki í Hadeland í Noregi, og sjálvur var Tom Hagen í einum systkinaflokki á 13. Sum ungur las hann verkfrøði og gjørdist verkfrøðingur. 

Við miðvísum arbeiði og langsiktaðum verkætlanum hevur hann arbeitt seg upp burtur úr ongum. Millum 400 ríkastu fólk í Noregi, liggur hann umleið í miðjuni við einari ogn á umleið 1,7 miljardir norskar krónur.

Tom Hagen er lítillátin, men arbeiðssamur maður. Hann hevur ikki veipað við ørmunum í almenna rúminum, hevur ikki søkt alment uppmerksemi, og hann hevur sjáldan úttalað seg í miðlunum.

Hann hevur tjent sítt ríkidømi við at selja fjallasmáttur, vinnulívsognir og við at selja streym til vinnulív, og tað er serliga við sølu av streymi, at hann er komin til meginpartin av sínum ríkidømi.

Tom og konan, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið horvin síðan hin 31. oktober í 2018, eiga trý børn og fleiri abba-og ommubørn, og onkustaðni hava vit lisið, at ein av døtrum teirra er prestur.

Í dag er Tom Hagen skuldsettur fyri at hava dripið - ella viðvirkað til dráp - av konu síni. Hetta skilja hvørki børn ella familja, og tey eru øll sannførd um, at hann er ósekur og ongan leiklut hevur í vanlagnuni hjá konuni.

Málið um Anne-Elisabeth Hagen er størsta krimigáta í norskari søgu. Eingin veit, hvat er hent konuni, sum sporleyst er horvin. Men, sambært hóttanarbrævi, sum lá í heiminum, tá Tom Hagen kom heim úr arbeiði, er konan rænd.

Í brævinum var eisini eitt krav um loysigjald, um Tom Hagen skuldi fáa konu sína aftur á lívi. Kravið var á níggju miljónir evrur. Higartil hevur norska løgreglan ikki megnað at prógvað, at miljarderurin er sekur í brotsgerðini.

Sjálvur hevur Tom Hagen sagt, at ránið helst hevur til endamáls at raka hann persónliga og fíggjarliga, sum tað sjálvandi eisini ger, nú miljarderurin hevur ligið undir skuldsetingini um dráp í nógvar vikur.