Tollvaldið nýtt amboð ímóti rúsevnasmuglarum

Nú kann tollvaldið í Føroyum fara beinleiðis inn á telduna og síggja hvør ferðast og sostatt ber til at hyggja eftir um tað er onkur, sum ferðast merkiliga ofta

Tað verður alsamt tórførari og tórførari at verða rúsevnasmuglari í Føroyum.

Men tað er eisini ætlanin, tí tollvaldið roynir alla tíðina at brynja seg sum frægast í bardaganum ímóti smuglingini.

Og fyri nøkrum fáum døgum síðani fekk tollvaldið aftur eitt nýtt amboð í stríðnum ímóti smuglingini. Og tað er eitt ógvuliga hent amboð, sum hevur staðið á ynskilistanum hjá teimum leingi, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.

Í hesum sambandi hevur tollvaldið nú fingið elektroniska atgongd til allar ferðafólkalistarnar hjá Atlantsflogi og hjá Norrønu,

- Hetta er eitt amboð, sum tollvaldið í okkara grannalondum hava og sum er neyðugt fyri at hava eitt neyvt eftirlit við smuglarum, sigur Kjartan Dam Joensen.

At tollvaldið nú kann fara beinleiðis á telduna og síggja ferðafólkalistarnar hjá Atlantsflogi og Norrønu, merkir, at nú ber tað til at hava neyvt eftirlit við, hvør ferðast til og úr Føroyum.

Hetta merkir eisini, at tollvaldið kann fylgja við, um tað er nakar, sum ferðast merkiliga ofta.

- Yvirhøvur verður eftirlitið nógv lættari, tá ið vit alla tíðina síggja, hvør ferðast til og úr Føroyum, sigur Kjartan Dam Joensen.