1,5 milliónir krónur í yvirskoti. Tað er úrslitið hjá Duty Free, tollfría søluhandlinum á fløgvøllinum, sum Vága Floghavn og Atlantsflog eiga í felag.
Felagið hevur havt aðalfund, har roknskapurin fyri fyrst roknskaparár felagsins er lagt fram – fyrsta roknskaparárið er frá 28.02.2014 – 31.12.2014.
Felagið rekur tollfría handilin í nýggju farstøðini á flogvøllinum. Handilin lat upp, tá farstøðin bleiv tikin í nýtslu 17. juni í fjør.
Ársúrslitið fyri 2014 var eitt avlop uppá 1,5 mió kr. Felagið sigur í ársfrágreiðingini, at felagið roknar við størri avlopi fyri 2015, tí at handilin bert var opin part av árinum í fjør.
Av ársúrslitinum upp á 1.488.744 milliónir krónur verða 500.000 krónur útlutaðar til partaeigararnar sum vinningsbýti, meðan 988.744 krónur verða fluttar fram til næsta ár.
Í nevnd felagsins sita:
Jákup Sverri Kass, formaður
Kitty May Ellfsen
Niels Mortensen
Marius Davidsen
Stjóri í felagnum er Marius Davidsen, sum eisini er stjóri í Atlantsflog. Felagið hevur havt í miðal 12 fólk í starvi í fjør.