Tollfríar vørur bjarga Atlantsflog

Hevði Atlantsflog ikki átt helmingin av tollfríu sølubúðini á flogvøllinum, so hevði felagið havt hall í fjør, samstundis sum felagið hevði met í ferðafólkatali við 338.000 ferðandi.

Tað vísir roknskapurin, sum felagið samtykti á aðalfundi í dag.

Úrslitið hjá Atlantsflog var 7,8 milliónir krónur í yvirskoti. Felagið eigur helmingin av P/F Duty-Free, sum er felagið, sum eigur tollfríu sølubúðina á flogvøllinum. Hin helmingin eigur P/F Vága Floghavn. Úrslitið hjá P/F Duty-Free í 2019 var 17 milliónir krónur, ið merkir pluss 8,5 milliónir til Atlantsflog, sum harvið fær vent einum halli til yvirskot við tollfría handlinum. Vinningsbýtið úr P/F Duty Free er 18 milliónir, harav Atlantsflog fær helmingin, 9 milliónir krónur.

– Útlitini fyri 2020 eru vánalig, og stór óvissa er um, nær flúgvingin av álvara fer í gongd aftur, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivinum.

Atlantic Airways eigur eisini P/F Hotel Atlantic, sum er felagið, sum skal reka Hotel Hilton Garden, sum skuldi lata upp í summar.Umframt tað eigur felagið eisini ognarpartar í Gjáargarði og Greengate Incoming, sum øll eins og flogfelagið sjálvt eru hótt av koronakreppuni.

Landsstýrið ætlar at gera eina FAS líknandi skipan við afturbering av skatti fyri flogfólk. Tað fegnast felagið um í tíðindaskrivi eftir aðalfundin í dag. Onnur fólk í ferðavinnuni hava funnist at hesum, tí tað gevur Altantsflog ein kappingarfyrimun fram um hini privatu hotellini í Føroyum.