Í heyst boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at fyrisitingin av kolvetnisskattinum var løgd uttan fyri miðstaðarøkið. Eisini var boðað frá, at umsitingin av Frítíðarlønarskipanini, Frítíðargrunninum, Arbeiðamarknaðareftirlønargrunninum og innkrevjingin av gjaldinum til barsilsskipanina var løgd á Tvøroyri
Landsstýrið hevur keypt umsitingarbygning til landsumsitingina í Klaksvík. Har er ætlanin, at tann parturin av kolvetnisskattafyrisitingini, sum skal vera í Klaksvík, skal húsast. Arbeitt verður eisini við at finna egnað høli á Tvøroyri.
Í hesum sambandi hevur Toll- og Skattstovan sett trý fólk í starv á nýggju kolvetnisskattadeildini í Klaksvík frá 1. apríl í ár.
Sum Fyrisitingarstjóri er settur Jóhan Danbjørg Heinesen, ættaður úr Klaksvík Hann starvast í dag sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari á P/F Electron.
Sum Deildarstjóri í Eftirlitsdeildini er settur Tummas Pauli Mýri, ættaður úr Klaksvík. Hann starvast í løtuni hjá BP í Aberdeen.
Sum Deildarstjóri í Umsitingar-, álíkningar- og innheintingardeildini er sett Jóhanna í Ólavstovu, ættað úr Øravík. Hon starvast í løtuni á Toll- og Skattstovuni á Tvøroyri. Í umleið eitt ár hevur hon sjálv onnur tikið sær av umsitingini av tí virkseminum, sum higartil hevur verið á kolvetnisskattaøkinum.
Omanfyri nevndu grunnar eru lagdir saman við økisskrivstovuni hjá Toll- og Skattstovuni á Tvøroyri. Í tí sambandinum hevur Toll- og Skattstovan sett trý fólk í starv á Tvøroyri: Karolinu Enni av Tvøroyri, ið hevur røkt bókhalds- og roknskaparuppgávur hjá privatum vinnuvirkjum, Onnu Kathrinu Danielsson úr Hvalba, ið hevur arbeitt sum skrivistovukvinna bæði hjá almennum og privatum virkjum og Berit Strøm av Tvøroyri, ið hevur árbeitt sum bókhaldari á bókhaldsstovu.