Av løgreglustøðini siga tey í morgun, at ólavsøkan hevur verið toliliga friðarlig, og í mangar mátar var hon ikki ólík einum vanligum vikuskifti Vakthavandi á løgreglustøðini í morgun segði, at tilsamans hava 10 fólk sovið rúsin av sær á løgreglustøðini. Tann seinasti kom inn klokkan hálvgum níggju í morgun.
Løgreglan hevur eisini fingið fýra harðskapsmál at taka sær av. Í øllum fýra førunum var talan um fólk fyrst í tjúgunum.
Fólk hava eisini ringt dúgliga til alarmsentralin og boða frá einum og hvørjum. 30 ferðir hevur løgreglan verið úti og fingið skil upp á full fólk ? hesi annaðhvørt avdottin ella so full, at tey vóru til ampa fyri onnur.
Sjúkrabilurin var eisini nógv brúktur. Tilsamans 24 ferðir var hann úti.
Av øðrum tingum, sum løgreglan hevur tikið sær av, eru tvey mál um húsaófrið. Hetta er ikki meiri enn tað er eitt vanligt vikuskifti. Tað sama kann sigast um rúsdrekkakoyringina, tí á ólavsøku er bara ein førari tikin fyri at koyra ávirkaður.
Eisini harðskapsmálini, sum vóru fýra í tali, víkja lítið frá vanligu hagtølunum eitt vikuskifti, tá nógv fólk hevur verið í býnum.
So samanumtikið hevur tað verið toliliga friðarligt hjá løgregluni á ólavsøku.










