Í fleiri dagar hevur Netbankin ikki virkað hjá teimum, sum ikki nýta nem-id. Tey kunnu rita inn, men kunnu ikki gera flytingar millum kontur. Fyrstu boðini frá bankunum var, at trupulleikin skuldi loysast í hesi vikuni, men nú verður sagt, at vónandi eru trupulleikarnir loystir í næstu viku.
Hetta hevur fingið Bill Justinussen, tingmann fyri Miðflokkin, at seta Poul Michelsen, landsstýrismanni, ein grein 52a spurning um heimabankan.
Hann spyr millum annað, um føroysku bankarnir hava nakað slag av veitingartrygd viðvíkjandi heimabankanum, tá teir í fleiri ár hava eggjað fólki at skifta yvir til heimabankan. Hann spyr eisini, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggjað, at føroyingar, sum ikki ynskja at skifta til nem-id, kunnu fáa eina væl virkandi heimabankaskipan.
- Fyri nøkur tykist hetta sum eitt tilætlað brek, sum skal noyða føroyska brúkaran at flyta yvir til Nem-Id skipanina. Um alt hetta hongur saman við málinum um heimtøku av peningastovnskervinum, sum nú liggur í Løgtinginum við umbøn um eykajáttan, kann bert gitast um. Men fyri brúkaran, bæði vinnulív og privat, er tað ótolandi, at heimabankaskipanin ikki virkar. Alt steðgar upp meir og minni hjá teimum, sum hava tilrættað sín gerandisdag eftir hesum fortreytum, skrivar Bill Justinussen í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Grein 52 spurningar verða ikki viðgjørdir í tinginum. Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar á sær til at svara spurninginum ella greiða frá, hví hann ikki ynskir at svara.