Tóku ein mann inn at sova í nátt

Annars hevur tað verið avbera friðarligt í nátt

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt - men tað hevur verið stak friðarligt. Tað sigur løgreglaní morgun.

 

Annars var veðrið gott, so fólk høvdu hug at verða verandi í býnum aftan á at skeinkistøðini lukkaðu klokkan fýra.

 

Men tað var stak friðarligt. Tað einu ferðina varð stúrt fyri bardaga uttan fyri eitt skeinkistað, har nakrir mans vóru harðmæltir, men tað varð ikki til meiri enn tað.

 

Annars tók løgreglan tveir mans upp í nátt tí teir vóru so fullir at teir kláraðu seg ikki sjálvar. Annar teirra varð tikin við at løgreglustøðina at sova rúsin av sær.

 

Leygarnáttina tók løgreglan tríggjar bilførarar, tí illgruni var um, at teir vóru rúsaðir, antin av rúsdrekka, rúsevnum, ella heilivági. Tí varð blóðroynd tikin av teimum, og úrslitið av teimum verður so avgerðandi fyri, hvussu farið verður fram í málinum.