Tað hevur gingið væl hjá teimum báðum íslendsku hvalabátunum, sum fóru fyrsta túrin fyrr í vikuni. Í gjár kom Hvalur 9 á hvalastøðina á Hvalfirði við tí fyrsta nebbafiskinum, sum teir høvdu skotið vestanfyri, og um somu tíð fekk hin báturin, Hvalur 8, sín fyrsta hval í ár.
Nebbafiskurin, sum Hvalur 9 fekk, var ein 62 føtur langur honhvalur, men sambært Morgunblaðnum tók tað teimum kønu monnunum á hvalastøðini minni enn ein tíma at skera hann upp.
Í 2009 gav íslendska stjórnin hvalabátunum loyvi at skjóta í fimm ár, men teir veiddu ongan hval í 2012 og heldur ikki í fjør. Í ár hava bátarnir loyvi at skjóta 154 nebbafiskar.