Satt rok hevur verið um týska Otto Pfister, sum er landsliðsvenjari hjá Togo. Togo er fyri fyrstu ferð partur av HM-endaspælinum, og í farnu viku boðaðu spælararnir frá, at teir vildu hava ein stóran bonus fyri hetta. At spælararnir og stjórnin í landinum áhaldandi keglaðust um hetta, fekk at enda týska venjaran at gevast, tí ehtta vildi hann ikki vera partur av.
Síðani hava bæði spælarar og fótbóltssamband heitt á Pfilster um at koma aftur, og hesum hevur Pfister so játtað.









