B68 venjarin Øssur Hansen hevur sagt, at málið er at menna lið, sum skal megna uppflyting. Eftir 2-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ var venjarin misnøgdur. Hann helt, at hansara høvdu tapt tvey stig, og at NSÍ hevði vunnið eitt stig.
Í dag vóru toftamenn á vøllinum við Skúlan við Løgmannabreyt, har FC Hoyvík eigur heimavøll.
B68 vann 3-0, og longu áðrenn fyrsta málið varð skorað í 11. minutti, hevði B68 fleiri ferðir verið tætt við.
B68 hevur tveir útlendskar spælarar. Málverji er Nikola Stoisavljevic úr Serbia, sum syrgdi fyri, at heimaliðið ongantíð fekk bóltin í málið hjá gestunum ídag.
Í álopinum er Zoran Vujovic, sum eisini er úr Serbia. Hann legði B68 á odda 1-0. Uppleggið átti Andri Benjaminsen.
Andri Benjaminsen økti um munin til 2-0 í 27. minutti. Uppleggið átti liðformaðurin Óli H. Olsen.
Lítla løtu eftir steðgin hevði Óli H. Olsen við brotssparki gyltan møguleika at økja um leiðsluna til 3-0, men Petur Meinhard Magnussen, sum áður hevur vart B68 málið, og sum nú er málverji hjá FC Hoyvík, bjargaði meistarliga.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Tonni J. Thomsen 3-0 sigurin. Uppleggið átti vongverjin í høgru Petur í Túni Petersen.
B68 hevur sjey stig og skal í fjórða umfari spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.
FC Hoyvík hevur eitt stig og skal í fjórða umfari spæla á heimvølli ímóti AB.











