Hetta sæst eisini aftur á støðutalvuni. Nú er B68 á fimta plássi, og harvið hongur europeiska luttøkan í nógv klænri tráði, enn hon tóktist gera fyrr í summar.
Hjá fuglfiðingum hevur tað heldur ikki gingið so ógvuliga væl, men kortini so frægt, at hóttanin av niðurflyting er seks stig burtur.
Hjá ÍF eru miðverjin Bartal Eliasen og miðvallarin Frank Poulsen leikbannaðir. Roknað verður við, at Høgni Zachariasen, sum fyri viku síðani sat á beinkinum, hesa ferð verður førur fyri at spæla, og so ætlar teir, at Andy Olsen, sum hevur verið skaddur, nú aftur er tøkur.
Hjá B68 er størsta ivamálið, um tað eydnast hjá Øssuri Hansen at blíva klárur til dystin.