Fótbóltur
Fimm ferðir á rað vóru toftamenn farnir av vøllinum, uttan at tað hevði eydnast teimum at vinna fulla úrtøku. Burtur úr hesum uppgerðunum var úrtøkan trý stig, og á støðutalvuni hevði tað kostað. Næstfremsta plássið varð útskift við fimta plássið, og harvið var sannlíkið fyri europeiskari luttøku næsta summar nógv minkað.
Í gjár var B68 at kenna aftur í tí lagnum, sum undan summarsteðginum bar so nógv góð úrslit við sær. Bill Jacobsen hevði umskipað liðið ikki so lítið. Ndende var aftur hesa ferð miðverji. Nenad Stankovic var svipari á miðvøllinum, og Pól Jóhannes Justinussen var í útgangsstøðu sentralur miðvallari. At U-21 landsliðsspælarin heilt skjótt sá gult, darvaði honum sjálvsagt, og tí valdi venjarin at býta um soleiðis, at Jóan Símun Edmundsson varð fluttur inn á sentrala plássið, og Pól Jóhannes varð fluttur út í vinstru síðu.
B68 var eitt sindur verjukent í útgangsstøðuni. Tað merkti ikki, at teir ikki høvdu fokus á møguleikunum fyri at leypa á. Arbeiðssami og framúr dugnaligi Keita – man hann ikki vera besti álopsspælarin í Føroyum í løtuni? – megnar nógv einsamallur, og tá ið hann hevði fingið tak á bóltinum, so vóru Jóan Símun Edmundsson, Jóhan Petur Poulsen og Óli Olsen, sum hesa ferð hevði meiri sentrala støðu, enn hann áður hevur havt, skjótir fram at stuðla.
Óhepnir fuglfirðingar
Í gjár stemmaði tað illa hjá fuglfirðingum. Longu áðrenn teir fóru úr Fuglafirði var tað greitt, at tað fór at verða neyðugt við at broyta liðið. Bartal Eliasen var leikbannaður. Ætlanin var, at Poul Ennigarð skuldi loysa av. Men undir upphitingini varð hann skaddur, og so varð Jonn Thomsen settur í plássið undir liðini á Høgna Zachariasen.
Minni enn eitt korter var farið, tá ið tað aftur var neyðugt at gera broytingar í ÍF miðverjuni. Jonn Thomsen noyddist skaddur av vøllinum. Fritleif í Lambanum, sum hevði verið sentralur miðvallari, varð fluttur aftur í miðverjuna.
Keita var øgiligur at fáast við hjá ÍF miðverjunum, og á miðvøllinum høvdu toftamenninir takið, hóast innskifti Dánjal á Lakjuni arbeiddi nógv hjá ÍF.
Meðan B68 vongverjarnir báðir - Poul N. Poulsen og Dánjal Pauli Højgaard - bjóðaðu seg til í álopsspælinum, so eydnaðist tað ongantíð ÍF vongverjunum, Áka Petersen og Jan Ellingsgaard, av taka lut í framrættaða spælinum. Øssur Dalbúð hevði ikki góðar treytir á toppinuim, tí innleggini vóru rættuliga fá.
Tað var misskiljing í ÍF miðverjuni, sum bar 1-0 málið við sær. Keita skoraði, og tað var hann, sum tiltuskaði sær brotssparkið, sum Óli Olsen umsetti til 2-0. Tíggju minuttir undan steðginum hevði Vlada Filipovic fyrstu bjargingina. Talan var um hálvbjarging, og Andy Olsen var fyrstur á returbóltinum og skoraði til 2-1.
Málið bar við sær, at ÍF spruttaði í nakrar minuttir. At Keita tveir minuttir undan hvíldini sneiddi allar mótstøðumenninir av sær og økti um leiðsluna til 3-1, kendist at vera mønustingurin hjá ÍF, sjálvt um fuglfirðingar fyrsta korterið eftir steðgin vóru væl við..
4-1 málið skoraði Debes Danielsen eftir stórt verjukiks, og 5-1 málið skoraði Keita, eftir at Jóan Símun Edmundsson hevði spælt hann leysan.
Ætlanin hjá fuglfirðingum hevði verið, at Rógvi Jacobsen skuldi spæla við, men fríggjakvøldið varð hann óheppin undir venjing. Rógvi varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og at máltevinum framvegis ikki bilar nakað sást, tá ið hann minkaði um munin til 5-2.
B68 tóktist hava fingið blóð aftur á tonna, og nú snýr tað seg um at fáa fatur á heiðursmerkjunum. Dagsskráin í Fuglafirði er at sleppa undan niðurflytingini. Tað hava fuglfirðingar møguleika at syrgja fyri, tá ið KÍ annan leygardag fer at vitja.










