Tofta havn uppfyllir heilsufrøðilig krøv

- Vit uppfylla tey heilsufrøðiligu krøv, sum verða sett til havnir. Tað sigur Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu.

Hann vísir í hesum sambandi til slóðbrótandi móttøkuskipanina við burturkasti frá skipum og bátum á havnaøkinum á Toftum og sigur, at hendan hevur virkað væl.

- Teir, sum eiga skip og bátar og tess manningar, eru væl nøgd við skipanina.

Borgarstjórin vísir á, at tveir oljutangar eru á havnalagnum, sum taka ímóti spillolju og øðrum frá skipum og bátum.

- Vit hava eisini eina altjóða royndarskipan (fishing for litter), har burturkast, sum trolbátar, línuskip og onnur skip fáa í trolið ella á línuna, verður tikið inn, ført til lands og skrásett, sigur Símin Johannesen.

Borgarstjórin leggur aftrat, at Tofta havn er ISPS-góðkend, og hon uppfyllir tey heilsufrøðiligu krøv, sum verða sett til havnir.

Myndin er av havnastjóranum í Nes kommunu, Hans Óla Viberg.