Todi ímóti oddaliðnum

Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í næsta umfari av norsku steypakappingini í fótbólti. Todi Jónsson og liðfelagarnir í Start vunnu seg í farnu viku víðari eftir brotssparkskapping ímótu Haugesund, og Todi skeyt avgerandi sparkið. Í næsta umfari fær Start ein sera truplan dyst, tí teir skulu spæla ímóti Brann, dysturin verður eftir øllum at døma spældur á heimavøllinum hjá Start. Brann liggur í løtuni á odda í norsku tippuliguni, meðan Start stríðist í skeiva endanum.