Todi Jónsson og FCK vóru seinnapartin leygardagin á Bisslett, sum annars er mest kent fyri stóru kappingarnar í frælsum ítrótti, sum plaga at vera har.
Ørindini hjá FCK vóru at leggja næstsíðstu hondina á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Mótstøðuliðið hjá FCK var Lyn, sum er fremst, nú besta norska deildin er í stuttum summarsteðgi.
Úrslitið av venjingardystinum var 2?2. Í steðginum stóð á jøvnum 1?1. Lyn var tvær ferðir á odda, men tað eydnaðist FCK at javna báðu ferðirnar. Í 1. hálvleiki javnaði Zuma við góðum langskoti, og í 2. hálvleiki javnaði Todi Jónsson til 2?2. Tað gjørdi hann, tá hann var fyrstur á returbólti, eftir at Lyn málverjin hevði klossað orduliga í tí.
Todi Jónsson hevur ikki verið í FCK hópinum hesar seinastu ferðirnar, tá teir hava spælt venjingardyst. Eftir at lærið ikki makkaði rætt í næstsíðstu viku, tá FCK var í Jyllandi, hava teir spart Toda eitt sindur.
Í Oslo var Todi á beinkinum fyrstu løtuna. Saman við Zuma var Peter Møller á beinkinum. Men longu eftir 20 minuttir noyddist Peter Møller at taka seg av válinum, tí hann varð skaddur í samanbresti við norska málverjan. Tá varð Todi skiftur inn, og hann megnaði altso í 2. hálvleiki við einum máli at minna á, at hann framvegis er eitt gott boð upp á álopssessin við síðuna av Zuma.
Hans Backe,venjarin hjá FCK, var ikki væl nøgdur við leikliga avrikið hjá FCK, sum hann ikki helt vera serliga sannførandi. Men venjarin helt ikki, at nøkur orsøk var at óttast, tí spælararnir høvdu verið í harðari venjing í vikuni upp undir dystin.
Leygardagin fer FCK at spæla síðsta venjingardystin undan fyrsta umfarinum í superliguni. Dysturin verður ímóti Brügge úr Belgia, og hann verður spældur í Parkini. Í fyrsta umfarinum í superliguni, sum verður á skránni ólavsøkuaftan, skal FCK spæla á heimavølli ímóti Viborg.
Í kvøld fer Viborg at spæla venjingardyst í Noregi. Hann verður ímóti felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde, sum fyrireikar seg til seinna partin av kappingarárinum. Dysturin í kvøld er liður í festvikuni, sum teir í Molde kalla hesa vikuna.
Í síðstu viku frættist annars, at fyrsti dysturin hjá FCK í Europa Cup á heimavølli fer at verða vístur í sjónvarpinum. Tað er DR1, sum hevur gjørt sáttmála við FCK um, at dysturin skal vísast. Hann verður ímóti georgiska FC Lokomotiv Tbilisi, og hann verður vístur hósdagin 15. august klokkan seks føroyska tíð.