Todi í “Legends Club”

Sjónvarpsrásin hjá FCK hevur gjørt eitt sjónvarpsbrot um Toda Jónsson

Todi Jónsson telist millum allar bestu spælararnar, sum føroyskur fótbóltur nakrantíð hevur sæð. Frá 1997 til 2005 spældi hann við FCK og var leingi samlaður toppskjútti í felagnum.

 

Nú hevur sjónvarpsrásin hja FCK gjørt eitt innslag um føroyska framherjan og tíðina hjá honum í danska felagnum.

 

Todi verður millum annað spurdur um hvat hansara besta mál er. Tað málið ber til at síggja í innslagnum.

 

Til ber at síggja innslagið, ið liggur á Youtube við at trýsta á pílin á myndini.