Start spældi mánakvøldið á heimavølli ímóti aftasta liðnum í tippuliguni, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Start hevði munin í dystinum so at siga alla tíðna, og Marius Johnsen legði Start á odda eftir 35 minuttir, tá hann snittaði eitt frísparksinnlegg í málið. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Tromsø at javna við máli, sum Sigurd Rushfeldt skoraði. Todi Jónsson byrjaði dystin í álopinum, og hann spældi til 12 minuttir vóru eftir. Tá kom David Nielsen inn fyri hann. Todi var vandamikil, tá hann brúkti ferðina hjá sær, men skotini hjá honum góvu einki úrslit.
Tíðindi