Todi er ikki nøgdur við spælið

Á middegi í morgin skal Fremad Amager, sum seinni í summar verður til FC Amager, í týdningarmikla toppuppgerð í 2. deild eystur í Danmark. Roskilde fer at vitja í Sundby Idrætspark. Tað var Roskilde, sum í síðstu viku trýsti Fremad Amager av fremsta plássinum og harvið av plássinum, ið ber beinleiðis uppflyting við sær.

Nevndarformaðurin í Fremad Amager, Todi Jónssón, sigur seg vera nøgdan, um tað eydnast felagnum hjá honum at megna javnleik:

-Eg meti Roskilde at vera favoritt. Í vár hevur Roskilde vunnið seks stig meiri enn vit, og teir eru sera støðugir í sínum avrikum. Í fyrsta dystinum í vár spældu vit væl í 1. hálvleiki á útivølli ímóti Skovlunde, men síðani hava vit tíverri ikki rokkið sama støði, og vit hava verið óstøðugir, staðfestir Todi Jónsson.

Tá ið liðini í heyst hittust í Roskilde, vann heimaliðið 2-1.