Nývalda býráðið í Runavík hevur nú skipað seg.
Tað eru 11 limir í býráðnum í Runavík og kommunan sigur nú á heimasíðuni, at full semja er um, hvussu tað skal skipast hesi næstu fýra árini.
Sostatt er semja um, at Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum verður borgarstjóri í næsta valskeiði og at Terje Beinar Vestergaard verður varaborgarstjóri.
Annars eru meginnevndirnar mannaðar soleiðis:
Í Fíggjarnevndini er Tórbjørn Jacobsen formaður, Kári Egholm Jacobsen næstformaður og Helgi Lamhauge Petersen nevndarlimur.
Í Teknisku nevnd er Jonhard Danielsen formaður, Jóhan Vest næstformaður og Kristian Gaardbo nevndarlimur.
Í vinnu- og havnarnevndini er Kári Egholm Jacobsen formaður, Selinda í Heiðunum næstformaður og Jonhard Danielsen nevndarlimur.
Í Sosialu nevndini er Jonnhild Reynholdsdóttir formaður, Jonhard Danielsen næstformaður og Kristian Gaardbo nevndarlimur.
Í Mentanarnevndini er Helgi Lamhauge Petersen formaður, Terje Beinar Vestergaard næstformaður og Etly Nord Højgaard nevndarlimur.
Í Byggi- og býarskipanarnevndini er Etly Nord Højgaard formaður, Selinda í Heiðunum næstformaður og Hans Jákup Johannesen nevndarlimur.
Í Nátúr- og umhvørvisnevndini er Jóhan Vest formaður, Jonnhild Reynholdsdóttir næstformaður og Hans Jákup Johannesen nevndarlimur.
Í Kongshavnar havnastýri eru Kristian Gaardbo og Etly Nord Højgaard vald.
Í stýrið fyri Roðan, sum er samtakið ímillum Runavíkar, Nes- og Sjóvar kommunu, eru hesi vald fyri Runavíkar kommunu: Tórbjørn Jacobsen, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Jóhan Vest.