Tað er nú greitt, at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, eisini sleppur at røkja starvið sum fólkatingsmaður, tað ið eftir er av hesum árinum.
Tórbjørn stillaði upp til fólkatingsvalið, men varð ikki valdur. Hinvegin hevur Magni Arge verið fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, men hann er nú farin aftur í Løgtingið, har hann verður sitandi restina av árinum.
Sostatt stendur tað nú Tórbjørn Jacobsen í boði, at gerast varamaður á Fólkatingi til á nýggjárinum.
Fólkatingið hevur einmælt samtykt, at Tórbjørn Jacobsen kann taka við sum varamaður fyri Magna Arge, men fyri at hann kann gera tað, krevst, at Runavíkar Býráð eisini samtykkir at hann kann røkja bæði størvini.
Og í gjárkvøldið samtykti Runavíkar Býráð sostatt at geva Tórbjørn Jacobsen loyvi at vera fólkatingsmaður eisini, tað ið eftir er av árinum
Í Runavíkar Býráð vísa tey á, at fordømi er fyri slíkum, tí fyrrverandi borgarstjórin, Magnus Rasmussen, fekk loyvi til at verða løgtingsmaður eisini, samstundis sum hann var borgarstjóri.
Hann røkti báðar sessirnar til 31. desember í fjør, og tá tók Tórbjørn Jacobsen við sum borgarstjóri - og nú hevur hann so eisini fingið heimild til at vera fólkatingsmaður samstundis til á nýggjárinum.