Tað var í Degi og viku í síðstu viku, at Tórbjørn Jacobsen hevði á orði, at tað nú kendist soleiðis, at hann sum politikari átti at kunngjørt øll síni fíggjarligu viðurskifti alment.
Nú hevur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum gjørt av, at hann skal almannakunngera øll síni fíggjarligu viðurskifti og allar teir felagsskapir, sum hann er limur í ella hevur samband við.
Í Danmark var fyri nøkrum árum síðani orðadráttur um hesi viðurskifti. Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharri, gjørdi av at krevja, at allir ráðharrarnir løgdu upplýsingar um síni viðurskifti alment fram, og soleiðis varð tað gjørt.
- Eg haldi, at tað hevði verið so upplagt, at allir landsstýrismenninir og allir teir føroysku politikararnir eiga at almannakunngera síni fíggjarligu viðurskifti, og at allir politikararnir kunnaðu um teir felagsskapir, sum teir eru uppií.
Er hetta nakað, sum tu hevur tosað um við floksformannin hjá tær, Høgna Hoydal, og við løgmann Jóannes Ejdesgaard?
- Nei, tað havi eg ikki. Høgni og eg hava tíðum tosað um hetta, og tí veit eg frammanundan, at hann er samdur við mær í, at hetta eigur at vera gjørt. Nú er hetta tó mín egna avgerð, og eg dugi ikki at síggja, at nakar trupulleiki skal vera í tí, at løgmaður og floksformaðurin ikki eru kunnaðir um tað.
Tvær orsøkir
Tíðindaskriv um síni viðurskifti fer landsstýrismaðurin at leggja á heimasíðuna hjá Fiski- og tilfeingismálaráðnum seinni í dag, men Sosialurin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýsingarnar, sum hann fer at leggja á heimasíðuna.
Hvør er orsøkin til, at tú gerst hetta?
- Tað er bæði ein politisk og ein umsitingarlig orsøk. Tann politiska er, at tað í orðaskiftinum og ikki minst, tá ið tað stendur nógv á, verður sagt bæði eitt og annað og eisini nógv gitt. Tá ið eg nú leggi upplýsingarnar fram, so er ikki neyðugt at gita. Í staðin ber til at sláa upp á heimasíðuni og fáa upplýsingar staðfestar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
- Umsitingarliga orsøkin er gegnisspurningurin í ráðnum. Ásetingarnar hesum viðvíkjandi eru ógvuliga strangar. Hesar vikurnar, sum eg havi verið landsstýrismaður, hava embætisfólkini fleiri ferðir spurt meg, um eg havi fíggjarlig áhugamál í tí, sum verður viðgjørt. Fyri at lætta um arbeiðsgongdina havi eg gjørt av, at tey í staðin fyri at spyrja meg, kunnu sláa upp á heimasíðuni.
Men í tí, sum tú ætlar at kunngera, eru ikki upplýsingar um, hvussu partafeløgini, sum tú ert í, eru skrúvaði saman?
- Tað er tí, at hetta ikki hevur beinleiðis við mín persón at gera. Eg sigi, hvørjum eg eri uppi í og eigi í. Ársfrágreiðingarnar fyri eitt nú felagið, sum hevur verið so nógv umrøtt seinastu dagarnar, Pf. Kongshavnar Útgerðarfelag, ber tað altíð til at fáa fatur á hjá teimum, sum eru áhugað í tí, roknskapirnir við øllum upplýsingum eru jú alemnninginum tøkir, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Í einum kassa
Ognarviðurskifti landsstýrismansins:
Ábyrgdarpeningur í Norðoya Sparikassa: 1.000,-
Partapeningur í Pf. Kongshavnar Útgerðarfelag (av kr. 1.001.000,-): 250.000,-
- viðurskiftini í felagnum annars eru almenn í roknskapum felagsins.
Partapeningur í Pf. Atlantic Petroleum (áljóðandi): 240.000,-
Partapeningur í Pf. Føroya Banki (70 partabrøv á tekningarkurs kr. 189,-): 13.230,-
Partapeningur í Pf. Eik (15 partabrøv á tekningarkurs kr. 575,-): 8.625,-
Simplir kreditorar 0,-
Sethús á matr. no. 103 við Kirkjuveg 4, Tórshavn (Norðoya Sparikassi veð við ognarveðbrævi)
½ sethús á matr. no. 42b í Glyvra bygd
Bilur (Volvo S40)
Skipaður limaskapur í felagsskapum:
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Limur í bólkinum sum ætlar at seta upp standmynd av Tróndi í Gøtu í Norðragøtu
Grindamannafelagið
Felagið Høganes
Umboðsráðið í Norðoya Sparikassa
Nes Sóknar Sjúkrakassi
Gøtu Ítróttarfelag (Víkingur)
NSÍ
Kappróðrarfelagið NSÍ
StÍF
Gøtu Fornminnisfelag
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Fólkakirkjan
Nevndarlimur í Pf. Dagsbrún í Fuglafirði. Bað um at verða loystur úr nevndini, táið eg varð settur landsstýrismaður.










