Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen gevur avboð til jólaborðhaldið hjá løgtinginum, tí hann er misnøgdur við umsitingina í løgtinginum. Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, er í øðini um, at løgtingsstjórin hevur sagt við Norðlýsið, at løgtingið mátti gjalda ferðaseðil og hotel fyri Torbjørn Jacobsen, hóast hann ikki var við á ferð hjá Uttanlandsnevndini í Danmark herfyri.
Torbjørn Jacobsen hevur funnist at ferðini hjá uttanlandsnevndini, sum hann helt var óneyðug, tí føroyskir politikarar skuldu til Danmarkar at hitta føroyskar politikarar, og tað kundi gerast í Føroyum, helt hann.
Svarið av løgtingisskrivstovuni var, at Torbjørn Jacobsen hevði ikki givið avboð til ferðina, og tí mátti løgtingið gjalda fyri ferðina hjá Tobba, hóast hann ikki var við.
Torbjørn Jacobsen greiðir í einum skrivi til løgtingsformannin Hergeir Nielsen í dag frá, hvussu vánalig kunningin var um danmarkarferðina, at hann fekk ferðaskránna dagin fyri fráferðina, at fundir vóru í fíggjarnevndini samstundis sum ferðina til Danmarkar, og at hann tí ikki var við á ferðini.
Og Tobbi leggur harðliga eftir løgtingsstjóranum, sum hevur úttalað seg til Norðlýsið um málið, og hann bjóðar sær eisini til at endurrinda útreiðslur fyri ferðina.
- Eftir at eg hervið havi greitt tær frá málinum, fari eg staðiliga at heita á teg, um at senda mær eina rokning, svarandi til tær útreiðslur, ta upphædd, sum Súsanna Danielsen sigur, at føroyski skattaborgarin hevur havt av mær í hesum viðfanginum, og eg skal gjalda fyri hana so skjótt sum eg havi hana í hendi, sigur Torbjørn Jacobsen í skrivinum til løgtingsformannin.
Og Tobbi gevur samstundis avboð til jólaborðhaldið hjá løgtinginum.
- Til seinast fari eg somuleiðis at heita á teg, um at strika meg av luttakaralistanum til jólaborðhaldið hjá Løgtinginum, tí álvaratos, eg risikeri ikki aftur, eftir hetta frontala álopið í ?Norðlýsinum? at koma í ta støðu, at verða hongdur út á snór, sum misbrúkari av almennum fæi, av einum tilvildarligum funktioneri á Løgtingsskrivstovuni, sigur Tobbi.
- Vónandi kemur hetta avboðið í nóg góðari tíð, tí helst eru búffarnir ikki stoktir, vínpropparnir ikki skorðaðir úr fløskuhálsunum og sjussarnir ikki blandaðir, fyri føroyskar skattapengar, nú ein lítil mánaði er eftir til stóra festivitasið og krígsdansin í HB-húsinum, sigur hann.










